Tú Og Tínir Vinir

Teitur

Tú og tínir vinir
Tit hava funnið saman
Tá ið harðast leikti á
Tit valdu at bjarga hvør ørðum
Tú og tínir vinir

Tú og tínir vinir
Tit dragast at hvør ørðum
Tá okkurt er á vási
So mugu tit møtast í heilum
Tú og tínir vinir

Tú fær meg í gongd
Tá eg standi í stað
Tú pressar meg meira
Tá ið eg tørvi tað
Tú sigur sum er
Tá ið eingin vil siga mær
Tað sum er neyðugt og tungt
Kanska skuldi eg tagt

Tú og tínir vinir
Tit eru uttanstrok
Sum tey blómusløg
Ið spretta úr órøkt og oyði
Tú og tínir vinir

Tú og tínir vinir
Tit lata burturav
Tit trívast væl í minus
Tit brúka ein annan valuta
Tú og tínir vinir

Curiosità sulla canzone Tú Og Tínir Vinir di Teitur

Quando è stata rilasciata la canzone “Tú Og Tínir Vinir” di Teitur?
La canzone Tú Og Tínir Vinir è stata rilasciata nel 2021, nell’album “Cazador de Ostras”.

Canzoni più popolari di Teitur

Altri artisti di Romantic