Streymurin Er Farin

Teitur

Eg frætti nýtt frá vitjandi
Uttan tøl og miðlar
Tíðindi, tað er eitt prát
Hoyrt í gjár

Mín telda er eitt fornminni
Streymurin er farin
Havi ikki hoyrt eitt “bip”
Í átjan ár

Bygningar í graslendi
Eru byrgdir inni
Eitt smyrlapar hevur reiður
Har ið støðin var

Mín bilur er eitt spælipláss
Ein fyrikomin hola
Mín dóttir hevur fingið mál
Og krúllut hár

Vit drekka lunkað kelduvatn,
Heimagjørt kombutcha
Hvít asparges, egið brúk
Kom í vár

Hetta er eitt fløskubræv
Eg vóni, at tú skilur
Lova mær at lesa tað
Send eitt svar

Curiosità sulla canzone Streymurin Er Farin di Teitur

Quando è stata rilasciata la canzone “Streymurin Er Farin” di Teitur?
La canzone Streymurin Er Farin è stata rilasciata nel 2021, nell’album “Cazador de Ostras”.

Canzoni più popolari di Teitur

Altri artisti di Romantic