Røttu Skógvarnir

Tróndur Bogason, Eivør

Tað tekur ofta sína tíð
At finna stevið innaní
Eina løtu løtt á tá
Men skjótt kann kennast tunft at lyfta fót uppfrá

Bíða, bíða eftir mær
Eg eri nær
Hav tol við mær
Tað tekur ofta langa tíð
At finna røttu skógvarnar at ganga í

Niðan brøttu brekkuna
Kennist sum eg standi í stað
Glopraregn og heglingsæl
Viðhvørt liggur ættin ikki sum hon skal

Bíða, bíða eftir mær
Eg eri nær
Hav tol við mær
Tað tekur ofta langa tíð
At finna røttu skógvarnar at ganga í

Bíða, bíða eftir mær
Eg eri so nær
Hav tol við mær
Tað tekur ofta langa tíð
At finna røttu skógvarnar

Bíða, bíða eftir mær
Skjótt eri eg har
Hav tol við mær
Tað tekur ofta langa tíð
At finna røttu skógvarnar at ganga í

Curiosità sulla canzone Røttu Skógvarnir di Eivør

Quando è stata rilasciata la canzone “Røttu Skógvarnir” di Eivør?
La canzone Røttu Skógvarnir è stata rilasciata nel 2015, nell’album “Slør”.
Chi ha composto la canzone “Røttu Skógvarnir” di di Eivør?
La canzone “Røttu Skógvarnir” di di Eivør è stata composta da Tróndur Bogason, Eivør.

Canzoni più popolari di Eivør

Altri artisti di